140x140

Um spariperan brotnar

Ver varin um ein sparipera brotnar - hon inniheldur kyksilvur!  

 

 

Hyggjuráð um tú brýtur eina spariperu ella ljósrør

Skuldi tú verið so óheppin at brotið eina spariperu ella eitt ljósrør, er best at henta alt uppaftur.

 

Fólkaheilsuráðið í Norra heldur, at besti mátin er at sópa og dustsúgva fyri at fáa allar restir við, eisini úr rivum og teppum v.m.

 

Dustsúgvaraposin og sópaða burturkastið skal tó verða savnað í einum tøttum posa ella onkrum øðrum ílati.

 

Síðani verður hetta avhendað sum serliga dálkandi burturkast. Inntil avhending eigur posin ella ílatið at goymast úti og skal ikki vera atkomuligt hjá børnum og djórum.

 

 

Les havt onnur skriva 

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Hyggjuráð tá ein sparipera brotnar